Leygardagin og sunnudagin 6. og 7. juli 2019 verður Intersport Summar Cup 2019 á skránni. Kappingin er ein barna- og ungdómskapping, har dentur verður lagdur á bæði tað ítróttarliga eins og tað sosiala, ið øll børn og ung í Føroyum kunnu fáa gleði av og sum kann skapa vinabond tvørtur um feløgini. 

Kappingin hjá U11, U13 og U15 skipa yvir tveir dagar, har tað eisini verður møguligt hjá liðum at gista í Tórshavn. U7 og U9 kappingarnar vera bert leygardagin 6. juli 2019.

Hetta er sætta árið at skipað verður fyri Intersport Summar Cup og er luttakaratalið er hækka á hvørjum árið og í 2018 luttóku ikki færr enn 120 lið. Hetta var eisini fyrsta árið, har útlendsk feløg luttóku í kappingini.

Tilmelding til kappingina byrjar 1. januar 2019.