Minni útgáva av Intersport Summar Cup í ár

Eftir ætlan skuldi sjeynda útgávan av Intersport Summar Cup haldast í Gundadali 4. og 5. juli 2020, men støðan við koronasmittuni hevur gjørt, at tað seinastu tíðini hevur verið ivamál um, hvørs møguleiki er at fyriskipa kappingina í ár.

Ístaðin verður verður Intersport Mini Summar Cup 2020 fyri U7 - U11 tann 15. juli 2020 á Tórsvølli.

Tilmelding og kostnaður

Tilmeldingin til Intersport Mini Summar Cup 2020 byrjar mánadagin 8. juni 2020 kl. 10:00 á www.summarcup.fo.

GG! Fyri at kunna halda korona-leiðreglurnar er bert avmarka pláss í hvørjum aldursbólkið. Samstundis skal navn og telefon nr. hjá øllum leikarum upplýsast!

Kostnaðurin pr. lið er kr. 395,00.

Íroknað í prísinum er vatn, frukt og yoghurt.

Nr. 1,2,3 í hvørjum aldursbólkið fáa heiðursmerki til ognar.

Aldursbólkar
U7 (f. 2013 ella seinni)
U8 (f. 2002)
U9 (f. 2011-12)
U11 (f. 2009-10)

Tal av leikarum
U7 - U9: 4 leikarar + 2 møguligir skiftisleikarar
U11: 7 leikarar + 2 møguligir skiftisleikarar

Vallarstødd

U11 leika á 1/4 vølli,
U7 - U9 leika á vølli, sum er áleið 21 x 30m.

Leiktíð
U7 - U9: 10 min. pr. dyst
U11: 2 x 10 min. pr. dyst

Javnt í stigum / knock-out dysti
Um tað stendur á jøvnum millum tvey ella fleiri lið í stigum, so verður kappingin avgjørd soleiðis:

1. Málmunur
2. Skotin mál
3. Innanhýsis dystur

Um lið framvegis standa á jøvnum, verður brotssparkskapping millum liðini. Liðini skjóta 4 skot hvørt, og stendur framvegis á jøvnum tá,, verður sparkað eitt og eitt skot, til annað liðið skorar, og hitt ikki skorar.

Um javnt er í “cup” dysti, verður fyrst spæld longd leiktíð á 5 minuttir. Steðgað verður ikki, um eitt lið skorar. Stendur framvegis á jøvnum, verður brotssparkskapping, ið verður avgreidd eins og nevnt omanfyri.

Leikarabúnar
Allir leikarar (undantikið málverjin) skulu hava eins troyggjur, sí brot um vestar, um liðini hava eins littar troyggjur.

Allir leikarar skulu hava beinverjur. Um ein leikari ikki hevur beinverjur, verður leikarin koyrdur av vøllinum. Hetta er galdandi, til leikarin hevur fingið beinverjur.

Vestar
Um liðini hava eins littar troyggjur, ella um vandi er fyri at bland kemur í liðini, so skal tað liðið, ið stendur sum útilið, altíð hava vestar. Vestarnir skulu gevast aftur til dómaran, so skjótt sum dysturin er liðugur.

Korona-reglur
Bert leikarar og ein venjari hava atgongd til leikvøllin. Foreldur og aðrir áskoðarar skulu vera á áskoðaraplássinum.

Møguleiki er ikki at brúka skiftirúm, tó er sjálvandi atgongd til WC.