Í vikuskiftinum 30. juni - 1. juli 2023 skipar B36 aftur fyri Summar Cup. Kappingin er ein barna- og ungdómskapping, har dentur verður lagdur á bæði tað ítróttarliga eins og tað sosiala, ið øll børn og ung í Føroyum kunnu fáa gleði av og sum kann skapa vinabond tvørtur um feløgini.

Kappingin er fyri aldursbólkarnar U7, U9, U11 og U13, og tað er sjálvandi fyri bæði gentur og dreingir. Øll lið, ið luttaka í Summar Cup, eru tryggjað minst 4 dystir.

Hjá U7 og U9 er kappingin bert leygardagin 1. juli 2023, meðan kappingarnar hjá U11 og U13 eru bæði 30. juni og 1. juli 2023.

Á hvørjum lið kunnu vera fylgjandi tal av leikarum:

 

  • U7 og U9: 4 leikarar + 3 møguligir skiftisleikarar
  • U11: 7 leikarar + 3 møguligir skiftisleikarar
  • U13: 8 leikarar + 3 møguligir skiftisleikarar

 

Spælt verður á somu leikstødd, ið er galdandi sambært Kappingarreglunum fyri yngri deildir hjá Fótboltssamband Føroya.

 

Tilmelding og kostnaður

Kostnaðurin fyri hvønn luttakara er

295,00 fyri U7 - U9 / 395,00 fyri U11 - U13

Øll sum hava melda til áðrenn 30. mai 2023 fáa eina flotta Summar Cup t-shirt við í prísinum.

 Við í prísinum er:

  • Summar Cup T-shirt (bert um melda er til áðrenn 30. mai 2023)
  • Luttøkuskjal og liðmynd
  • Sodavatn, joghurt, frukt og sunkist
  • Ókeypis svimjing og bowling

 

Tilmeldingin byrjar 10. apríl 2023 og heldur fram til 12. juni 2023. Tilmelding og gjald fer fram her

Vit vóna sjálvandi, at korona ikki kemur at ávirka kappingina í ár, men um neyðugt verður at gera broytingar / avlýsa fáa øll sjálvandi peningin endurgoldnan. 

 

Vinningar

Vinnararnir í hvørjum aldursbólki fáa steyp, meðan bæði nr. 1, 2, og 3 fáa heiðursmerkir. Heiðursmerki verða eisini latin til tað nr. 1, 2 og 3 í B bólkinum.

 

Event økið

Aftrat sjálvari fótbóltskappingini verður eisini eitt stórt event økið, har øll, sum luttaka í kappingini, kunnu hugna sær og hava ein steðg frá fótbóltsdystinum og stuttleika sær saman við vinum og kenningum. 

Í event økinum verður møguleiki at royna streetfótbólt, hoppiborgir, FIFA22 og nógv annað stuttligt.