Aldursbólkar

U7 (f. 2011 ella seinni)
U9 (f. 2009-10)
U11 (f. 2007-08)
U13 (f. 2005-06)
U15 (f. 2003-04)

Undantak til aldursbólkarnar verður bert givið, um leikarin er skrásettur hjá FSF (ella øðrum sambandi) at hava undantaksloyvi at spæla í einum yngri aldursbólki.

Ein leikari kann bert leika fyri eitt lið pr. aldursbólk.
Um ein leikari leikar fyri meira enn eitt lið, og tað verður kært, so tapir seinna liðið allar sínar dystir.

Vallarstødd
U15 leika 2/3 vølli (16m til 16m),
U13 leika á 1/2 vølli,
U11 leika á 1/4 vølli,
U7 - U9 leika á vølli, sum er áleið 21 x 30m.

Tal av leikarum
Á hvørjum liði kann talið av leikarum vera sum nevnt niðanfyri:

U7 og U9: 4 leikarar + 3 møguligir skiftisleikarar
U11: 7 leikarar + 3 møguligir skiftisleikarar
U13: 8 leikarar + 3 møguligir skiftisleikarar
U15: 9 leikarar + 3 møguligir skiftisleikarar

Nýtt verður “flúgvandi útskifting”, men tó kann útskifting bert fara fram, meðan steðgur er í dystinum, og innskifti leikarin kann ikki fara á vøllin, fyrrenn hin leikarin er farin av vøllinum. Innskiftan fer altíð fram við miðlinjuna.

Leiktíð
U7 - U9: 10 min. pr. dyst
U11 - U13: 2 x 15 min. pr. dyst
U13: 2 x 20 min. pr. dyst

Dystarbyrjan

U7 og U9
Allir dystur á sama leikvølli (t.d. Niðaravølli) verða settir í gongd í senn. Um liðini á einum av vøllunum ikki eru klár, so verður tann dysturin tað styttri. Um lið ikki eru klár at byrja, tá tveir minuttir eru farnir, verður tað liðið, ið ikki er klárt, dømt at tapa dystin 3-0.

Heimaliðið gevur altíð bóltin upp

Tá dysturin er liðugur, møtast bæði liðini á miðjuni og takka fyri dystin.

U11, U13 og U15

Liðini skulu møta við leikvøllin í minsta lagi 5. minuttir áðrenn dystarbyrjan.

Heimaliðið gevur altíð bóltin upp í fyrra hálvleiki, og útiliðið í seinna hálvleiki.

Allir dystir á sama leikvølli (t.d. Niðaravølli) verða settir í gongd í senn.
Um eitt lið ikki er á vøllinum, tá dysturin er settur at byrja, so verður hetta liðið dømt at tapa dystin 3-0.

Tá dysturin er liðugur, møtast bæði liðini á miðjuni og takka fyri dystin.

Skipan av kappingum - Ein bólkur
Um tað eru fimm lið ella færri í einum aldursbólki, so verður leikt við einum bólki. Um tað bert er ein bólkur, leika øll liðini eina ferð ímóti hvørjum øðrum. Spælt verður ikki endaumfar.

Skipan av kappingum - Tveir ella fleiri bólkar
Spælt verður fyrst eitt innleiðandi bólkaumfar, síðani verða liðini býtt í eina A- og B-kapping, ið verður avgreidd eftir “cup” skipanini. A-bólkurin spælur um gull, silvur og bronsu heiðursmerki, meðan B-bólkurin spælur um gull og silvur heiðursmerki.

Javnt í stigum / javnt í “cup” dysti
Um tað stendur á jøvnum millum tvey ella fleiri lið í stigum, so verður kappingin avgjørd soleiðis:

1. Málmunur
2. Skotin mál
3. Innanhýsis dystur

Um lið framvegis standa á jøvnum, verður brotssparkskapping millum liðini. Liðini skjóta 4 skot hvørt, og stendur framvegis á jøvnum tá,, verður sparkað eitt og eitt skot, til annað liðið skorar, og hitt ikki skorar.

Um javnt er í “cup” dysti, verður fyrst spæld longd leiktíð á 5 minuttir. Steðgað verður ikki, um eitt lið skorar. Stendur framvegis á jøvnum, verður brotssparkskapping, ið verður avgreidd eins og nevnt omanfyri.

Málverji
Málverjin kann í øllum aldursbólkum brúka hendur og “gyppa”. Men í U13 og U15 hevur málverjin ikki loyvi at taka bóltin upp, tá hann verður lagdur aftur til hansara.

Troyggjan hjá málverjanum skal hava annan lit enn troyggjan hjá útileikarunum.

Døming
Dømt verður sambært galdandi fótbóltsreglum. Gul og reyð kort verða tó ikki nýtt í kappingini. Men dómarin kann koyra ein leikara út, Um hetta hendur, so kann leikarin ikki spæla aftur í tí dystinum, men kann spæla næsta dyst.

Rangstøða
Rangstøða verður bert nýtt hjá U15.

Leikarabúnar
Allir leikarar (undantikið málverjin) skulu hava eins troyggjur, sí brot um vestar, um liðini hava eins littar troyggjur.

Allir leikarar skulu hava beinverjur. Um ein leikari ikki hevur beinverjur, verður leikarin koyrdur av vøllinum. Hetta er galdandi, til leikarin hevur fingið beinverjur.

Vestar
Um liðini hava eins littar troyggjur, ella um vandi er fyri at bland kemur í liðini, so skal tað liðið, ið stendur sum útilið, altíð hava vestar. Vestarnir skulu gevast aftur til dómaran, so skjótt sum dysturin er liðugur.

Kærur
Kærast kann bert um niðanfyri nevndu brot, og kæran skal vera latin kappingarleiðsluni, ið tekur endaliga avgerð, beint eftir dystarlok:

Nýtsla av leikarum, ið hava leikt við øðrum liði í sama aldursbólki,

Nýtsla av ov gomlum leikarum,

Nýtsla av fleiri leikarum í dystinum enn loyvt.


Saman við kæruni skal eitt kærugjald á kr. 500,00 rindast. Kærugjaldið verður endurgoldið, um kæran fær viðhald.


Avgerði dómarans undir dysti, eru endaligar og kunnu tískil ikki kærast.

Um ivamál eru, so verður útgangsstøðið tikið í vanligu kappingarreglurnum hjá Fótbóltssamband Føroya fyri tann ávísa aldursbólkin.