Gisting

Sum nakað nýtt, so verður tað í ár møguligt hjá U11, U13 og U15 liðum at gista í Tórshavn, meðan Intersport Summar Cup er. Gist verður í skúlastovum á Argja skúla frá 6. til 8. juli 2018.

 

Íroknað í prísinum fyri gisting er:
  • Morgunmatur leygar- og sunnumorgun,

  • Døgurði leygar- og sunnudag (í Gundadali),

  • Nátturði leygarkvøld,

  • Busskoyring millum skúla og vallir.

 

Kostnaður fyri gisting er 395kr pr. persón.

 

Tá gist verður skulu liðini:
  • Hava minst ein vaksnan við sær, sum eisini gistirm

  • Hava undirlag og soviposa viðm

  • Sjálvi flyta skúlaborðini á stovini tilsíðis,

  • Rudda alt upp eftir sær og seta borðini uppá pláss aftur,

  • Rinda depositum á 500 kr pr. lið,

  • Virða reglugerð á skúlanum. Brot á hetta kann hava við sær burturvísing

 

Um serlig atlit eru, so skal boðast frá hesum í samband við tilmelding.
 
Booking av gistin fer fram her. Møguleiki er eisini at booka gisting við at senda ein teldupost til b36@b36.fo og síðani gjalda við bankaflyting. Bookingin er tó fyrst endaliga góðkend, tá vit hava móttikið flytingina.

Nærri boð koma um inn- og út kekk á skúlanum.

Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum ísmb. við gisting. 

Eru spurningar ella ivamál er møguleiki at seta seg í samband við Barbaru Samuelsen á tlf. +298 296610 ella teldupost b36@b36.fo.