Praktisk kunning til Jolly Summar Cup 

Vit heita á øll um at møta í góðari tíð at innskriva. Øll lið mugu verða innskrivaði áðrenn teirra fyrsti dystur byrjar. Innskriving fer fram á Tórsvølli, á tí síðuni sum er tættast B36 húsinum  ( sí her á kortinum ) .

Við innskriving noyðist bert ein vaksin fyri hvørt lið at møta upp. Tit fáa her ein posa við tshirts og matarseðlum til børnini, sum kann nýtast til eitt máltíð og eitt sunkist. Matarseðilin kann innloysast – á Tórsvølli, í hjørninum á tí síðuni sum er tættast B36 húsinum – leygardagin 5. juli frá kl. 12.00 – 15.30.  ( sí her á kortinum )

Dystarskráin sæst her: https://jollysummarcup.cups.nu 

Har má í mesta lagi verða tvey vaksin á vøllinum (innan fyri girðingina) fyri hvørt lið – hetta er ætlað venjara, og hjálparvenjara. Tað merkir, at foreldur, vinir og viðhaldsfólk mugu halda seg uttanfyri girðingina ella sita á áskoðaraplássunum. 

Tey liðini, sum enda á podium og fáa heiðursmerki, fáa hesi handaði millum B36-húsið og Tórsvøll – beint eftir at kappingin er endað.  ( sí her á kortinum )

Vit gleða okkum at síggja tykkum til Jolly Summar Cup í Gundadali!