Aldursbólkar
U7 (f. 2018 ella seinni)
U8 (f. 2017 ella seinni)
U9 (f. 2016 ella seinni)
U11 (f. 2014-15 ella seinni)
U13 (f. 2012-13 ella seinni)
Ein leikari kann bert leika fyri eitt lið pr. aldursbólk.
Vallarstødd
U13 leika á 1/2 vølli,
U11 leika á 1/4 vølli,
U7 - U9 leika á vølli, sum er áleið 21 x 30m.
Tal av leikarum
Á hvørjum liði kann talið av leikarum vera sum nevnt niðanfyri:
U7 - U9: 4 leikarar + 3 møguligir skiftisleikarar
U11: 7 leikarar + 3 møguligir skiftisleikarar
U13: 8 leikarar + 3 møguligir skiftisleikarar
Nýtt verður “flúgvandi útskifting”, men tó kann útskifting bert fara fram, meðan steðgur er í dystinum, og innskifti leikarin kann ikki fara á vøllin, fyrrenn hin leikarin er farin av vøllinum. Innskiftan fer altíð fram við miðlinjuna.
Leiktíð
U7 - U9: 6 min. pr. dyst
U11: 12 min. pr. dyst
U13: 15 min pr. dyst
Dystarbyrjan
U7 og U9
Allir dystur á sama leikvølli (t.d. Niðaravølli) verða settir í gongd í senn. Um liðini á einum av vøllunum ikki eru klár, so verður tann dysturin tað styttri. Heimaliðið gevur altíð bóltin upp. Tá dysturin er liðugur, møtast bæði liðini á miðjuni og takka fyri dystin.
U11 og U13
Liðini skulu møta við leikvøllin í minsta lagi 5. minuttir áðrenn dystarbyrjan.
Heimaliðið gevur altíð bóltin upp.
Allir dystir á sama leikvølli (t.d. Niðaravølli) verða settir í gongd í senn.
Tá dysturin er liðugur, møtast bæði liðini á miðjuni og takka fyri dystin.
Javnt í stigum / javnt í “cup” dysti
Um tað stendur á jøvnum millum tvey ella fleiri lið í stigum, so verður kappingin avgjørd soleiðis:
- Málmunur
- Skotin mál
- Innanhýsis dystur
- Innanhýsis málmunur
- Innanhýsis skotin mál
Um lið framvegis standa á jøvnum, verður brotssparkskapping millum liðini. Liðini skjóta 4 skot hvørt, og stendur framvegis á jøvnum tá,, verður sparkað eitt og eitt skot, til annað liðið skorar, og hitt ikki skorar.
Um javnt er í “cup” dysti, verður fyrst spæld longd leiktíð við Golden-Goal regluni, har tann sum skorar fyrsta mál, vinnur dystin. Um eingin skorar, spælir U7, U8 og U9 í mesta lagi 3 minuttir longda leiktíð, meðan U11 og U13 spælir í mesta lagi 5 minuttir longda leiktíð. Stendur framvegis á jøvnum, verður brotssparkskapping, ið verður avgreidd eins og nevnt omanfyri.
Málverji
Málverjin kann í øllum aldursbólkum brúka hendur og “gyppa”. Men í U13 og U11 hevur málverjin ikki loyvi at taka bóltin upp, tá hann verður lagdur aftur til hansara. Troyggjan hjá málverjanum skal hava annan lit enn troyggjan hjá útileikarunum.
Døming
Dømt verður sambært galdandi fótbóltsreglum. Gul og reyð kort verða tó ikki nýtt í kappingini. Men dómarin kann koyra ein leikara út, Um hetta hendur, so kann leikarin ikki spæla aftur í tí dystinum, men kann spæla næsta dyst.
Rangstøða
Er ikki galdandi.
Leikarabúnar
Allir leikarar (undantikið málverjin) skulu hava eins troyggjur, sí brot um vestar, um liðini hava eins littar troyggjur.
Allir leikarar skulu hava beinverjur. Um ein leikari ikki hevur beinverjur, verður leikarin koyrdur av vøllinum. Hetta er galdandi, til leikarin hevur fingið beinverjur.
Vestar
Um liðini hava eins littar troyggjur, ella um vandi er fyri at bland kemur í liðini, so skal tað liðið, ið stendur sum útilið, altíð hava vestar. Vestarnir skulu gevast aftur til dómaran, so skjótt sum dysturin er liðugur.






