Í vikuskiftinum 1. - 2. juli 2022 skipar B36
aftur fyri Summar Cup. Kappingin er ein barna- og ungdómskapping,
har dentur verður lagdur á bæði tað ítróttarliga eins og tað sosiala, ið øll
børn og ung í Føroyum kunnu fáa gleði av og sum kann skapa vinabond tvørtur um
feløgini. Kappingin verður skipað eftir sama leisti sum eitt nú Dana Cup og
Pondus Cup, ið túsund tals føroyskir ungdómar hava luttikið í.
Kappingin er fyri aldursbólkarnar U7, U9, U11 og U13, og tað er sjálvandi fyri bæði gentur og dreingir. Øll lið, ið luttaka í Summar Cup, eru tryggjað minst 4 dystir.
Hjá U7 og U9 er kappingin bert leygardagin 2. juli 2022, meðan kappingarnar hjá U11 og U13 eru bæði 1. og 2. juli 2022.
Á hvørjum lið kunnu vera fylgjandi tal av leikarum:
- U7 og U9: 4 leikarar + 3 møguligir skiftisleikarar
- U11: 7 leikarar + 3 møguligir skiftisleikarar
- U13: 8 leikarar + 3 møguligir skiftisleikarar
Spælt verður á somu leikstødd, ið er galdandi sambært Kappingarreglunum fyri yngri deildir hjá Fótboltssamband Føroya.
Tilmelding og kostnaður
Kostnaðurin fyri hvønn luttakara er
295,00 fyri U7 - U9 / 395,00 fyri U11 - U13
Øll sum hava melda til áðrenn 1. mai 2022 fáa eina flotta Summar Cup t-shirt við í prísinum.
Við í prísinum er:
- Summar Cup T-shirt (bert um melda er til áðrenn 1. mai 2022)
- Luttøkuskjal og liðmynd
- Sodavatn, joghurt, frukt og sunkist
- Ókeypis svimjing og bowling
Tilmeldingin byrjar 1. februar 2022 og heldur fram til 12. juni 2022. Tilmelding og gjald fer fram her.
Vit vóna sjálvandi, at korona ikki kemur at ávirka kappingina í ár, men um neyðugt verður at gera broytingar / avlýsa fáa øll sjálvandi peningin endurgoldnan.
Vinningar
Vinnararnir í hvørjum aldursbólki fáa steyp og atgongumerkir til ein landsdyst í heyst, meðan bæði nr. 1, 2, og 3 fáa heiðursmerkir. Heiðursmerki verða eisini latin til tað nr. 1 og 2 í B bólkinum.
Event økið
Aftrat sjálvari fótbóltskappingini verður eisini eitt stórt event økið, har øll, sum luttaka í kappingini, kunnu hugna sær og hava ein steðg frá fótbóltsdystinum og stuttleika sær saman við vinum og kenningum.
Í event økinum verður møguleiki at royna streetfótbólt, hoppiborgir, FIFA22 og nógv annað stuttligt.
Gisting